Av Trøllanesi frætta vit um skurðin og at eisini tey bíða eftir at arbeiðssteðgurin verður av.
Nú heystfjøllini eru gingin á Trøllanesi verður bíðað eftir at verkfallið hasar av.
Skurðurin royndist betur enn roknað varð við í ár. Tað var nógva regnið í august og september, sum stúrt varð fyri. Men so gjørdist ikki.
Á Trøllanesi hevur IRF í ár sett eina bingju til burturkastið í samband við flettingina. Tað er ikki fyrr enn alt burturkastið er samlað á einum staði, at tað sæst, hvørjar nøgdir tað snýr seg um. Sigast má, at bingjan er eitt gott tiltak.
Veðrið var gott í farnu viku. Tí lá tað væl fyri at ganga fjøllini. Í vik
Í Útistovu royndist skurðurin væl. Teir skóru 171 lomb, sum er tað mesta nakrantíð. Í Innistovu royndist skurðurin eisini væl, men talið var nakað undir miðal. Úr Uppistovu frættist, at skurðurin var um miðal. Umframt Uppistovugarðin á Trøllanesi, hevur bóndin eisini Hússtovugarðurin í Mikladali




