Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skyggenes Dal í kvøld

Høgni Klakkstein

Ókeypis tiltakið hjá hjálparfelagsskapinum KRIS verður í Atlantis í kvøld kl. 20:00!

Tann:           30/10
Klokkan:       20:00
Aldursmark: (filmurin) 11 ár
Longd:         (filmurin) 01:25
Leikarar:      Trym, Ståle, Camilla og mamman
Lýsing:         Klikk

Kvøldið í Atlantis verður skipað sum fyrilestur og filmssýning.

Filmurin hetta kvøldið kallast: “Skyggenes dal”. Enski tittulin er: “The Valley of Shadows”. Hetta er ein norskur dokumentarfilmur um eina familju við trimum børnum, harav øll trý børnini blivu misnýtt sexuelt av pápanum.
Umframt filmin, koma tvey av misnýttu systkinunum í filminum at greiða frá ymiskum hendingum og hvussu tey hava tað í dag. Møguliga koma eisini tveir føroyingar, sum eisini hava verið útsettir fyri sexuellari misnýtslu, at greiða frá.
Tiltakið er ókeypis, men fólk eru vælkomin at lata KRIS eina peningagávu hetta kvøldið, allur peningurin sum kemur inn, fer púra óskerdur til hjálparfelagsskapin KRIS, sum er einasti felagsskapur í Føroyum, sum miðvíst arbeiðir við at hjálpa teimum, sum hava verið og koma at verða útsett fyri hesi ræðandi brotsgerð.

Um Filmin:
Minnini um sexuellu misnýtsluna í barnaárunum plága tveir brøður og systrina. Trym er høvuðsleikarin í hesum dokumentar filminum um insest, hann hevur í long tíðarskeið stríðst við depressjón, sjálvgjørda fysiska løstan og ætlanum um sjálvmorð. Eldra systurin og yngri beiggin berjast eisini við minnini frá fortíðini og royna at klára seg í nútíðini. Arrini frá fortíðini hava stóra ávirkan á teirra forhold til identitet, familju, álit, kærleika og sexualitet umframt sjálvsálit.
Grundleggjandi ætlanin við filminum er at kannað hvussu sexuell misnýtsla oyðileggur barnsins sakloysi og hvussu hetta ávirkar alt lívi hjá fólki. Er tað gjørligt at fáa tamarhald á lívi og kroppin eftir misnýtslu?
Hvussu kann man góðtaka og fyrigeva mistan ella stolnan barndóm? Hvussu fær man staðfest órættin við eini rættarskipan, sum ikki dømir útfrá minnum frá fortíðini, men einans útfrá sterkum prógvum og góðari dokumentatión, í einum samfelag sum velur at síggja hetta sum tabu og nakað sum einans fyrigongst í tí dulda?

Harleywoodpaint