Nú dagarnir styttast og slólin stendur lágt, ber væl til hjá teimum, ið hava hug at taka myndir, at fáa forvitnisligar heyst og vetrarmyndir.
Úti í Grøv er ríkiligt av møguleikum. Seinnapartin ídag bleiv ringt til Norðlýsið, tí lýsið var so óvanliga vakurt úti í Grøv. Væl visti eg at tað nyttar lítið at renna aftaná ljósinum, serliga hesa tíðina, tí viðhvørt er bert talan um splitsekundir, til lýsið aftur skiftir. Men eg gjørdi eina roynd og fekk eftir mínum tykki nakrar hugnaligar litir á myndirnar:




