Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skype á føroyskum

Danial Viðoy

Góðan morgun: Skype er kent kring allan heimin. Føroyingar nýta eisini gagn av smidliga programminum, ið ger tað lætt at samskifta, óansæð hvar í verðini tú er. Nú verður tað enn lættari á samskifta á Skype.

Tøkni: Microsoft er ávegis við ein nýggjari funktión í Skypinum, sum fer at gera tað møguligt at umseta fremmandamál. – Tað vil við øðrum orðum siga, at Skype fer at virka sum tolkum í millum tvey ymisk móðurmál.

Í fyrstu syftu verður tað, sambært Inputmag, talan um eina útgávu, sum viðkomandi verður noyddur at rinda fyri. Útgávan kemur út seinni í ár.

Spennandi verður, hvussu tað fer hildnast. Í framtíðini verður tað allarhelst so, at kinesarin í Kina fer at práta við føroyingin í Føroyum, uttan at føroyingurin ella kinesarin skulu brongla á enskum, tí Skype fer at virka sum tolkur.

Men tað verður allarhelst ein tíð, áðrenn hetta kemur at rigga í Føroyum.