Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slættaberg á svartkjaftaveiðu -Gadus góðan fiskiskap

Oliver Joensen

Síðani seinast í november hevur Slættaberg ligið við kaj í Klaksvík. Nú tað frættist um frægari svartkjaftafiskiskap, verður farið suðureftir.

Síðani seinast í november hevur Slættaberg ligið við kaj í Klaksvík. Nú tað frættist um frægari svartkjaftafiskiskap, verður farið suðureftir.

Hanus Hansen, stjóri á JFK samtakinum sigur, at Slættaberg fer á svartkjaftaveiðu í kvøld. Næraberg er vestanfyri Írland í altjóða sjógvi. Fiskiskapurin hjá Nærabergi hevur verið heldur frægari í seinastuni, tí sendir reiðaríið eisini Slættaberg avstað.

Uppá fyristpurning hvar Slættaberg fer at leggja veiðuna upp tá túrurin er av, sigur Hanus Hansen, stjóri, at tað er eitt sindur óvist. Vit ætla at Slættaberg skal leggja upp til Kollafjørð Pelagic. Men prísurin á Svartkjafti er sera vánaligur í løtuni.

Tað hevur við sær, at lítil munur er á prísi um svartkjafturin ver til mjøl ella matnað. Tí kann væl vera at Slættaberg fer at landa til Havsbrún ella aðrastaðni har mest fæst fyri lastina.

Einir 12-13 mans vera við Slættabergi nú hann fer av Klaksvík á fyrsta túrin í ár, eftir at hava ligið við kai í Klaksvík í skjótt fýra mánaðar.

Gadus góðan fiskiskap

Í gjár frættist frá Gadus, sum er á fiskileið í Barentshavinum, at fiskiskapurin hevur verið góður síðani teir komu yvir.

Gadus fór av Klaksvík 28. februar og hava sostatt roynt í umleið 14 dagar. Í gjár søgdu teir seg hava góð 200 tons í lastini.

Harleywoodpaint