Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slaktið byrjað

John William Joensen

Álvur Klakk, stjóri á Netto, sigur við Norðlýsið, at eftir vektini av krovunum Netto hevur fingið higartil, sær út til at skurðurin í ár verður eins góður og í fjør.

Vit hava tikið ímóti krovum frá tveimum bøndrum á Viðareiði og vektin á teim 80 krovunum liggur omanfyri 29 pund í meðal og hetta verður mett av monnum at vera gott. Fyrstu røstu kjøtbitarnir verða helst at fáa í Netto um einar tríggjar vikur.