Sleipibáturin Pilot úr Fuglafirði er nú klárur at sigla aftur, eftir at hann hetta seinasta hálva árið hevur fingið eina umfatandi umvæling. Stýrhúsið er nýtt, motorurin er skiftur og eisini eru elektrisitet og rør løgd av nýggjum.
Um orsøkina til stóru umvælingina sigur Jan Toftegaard, sum er ein av eigarunum, at teir fingu ein skaða á stýrhúsið, sum tað ikki loysti seg at gera aftur, og nakað seinni gekk motorurin eisini fyri. Avgjørt var tí at gera hesa stóru umvælingina.
Spurdur um tað ikki hevði loyst seg betur at bygt ein nýggjan bát, sigur Jan Toftegaard, at tað hevði tað ikki.
“Skrokkurin er upprunaliga frá 1952, men hann er fleiri ferðir broyttur síðani tá, og hann er eisini sera sterkt bygdur. Tilfarið er 13 millimetur stál og tað fært tú ikki í dag. Tað hevði eisini kostað nógv at gjørt ein nýggjan bát,” sigur hann.
Størsta partin av arbeiðinum hava teir sum sigla við bátinum sjálvir gjørt, men KJ-Hydraulik hevur sett motorin í, og skrúva og gir eru sett í á Skála.
Hampiliga nógv at gera
Jan letur hampiliga væl at, tá vit spyrja hann, um nógv er at gera við bátinum.
“Tað er so nøkulunda. Báturin verður brúktur til sleip, los og at leggja oljusperrur úr. Tá brúk er fyri tveimum bátum, samstarva vit við Klaksvíkar Sleipistøð, sum eisini hevur ein sleipibát,” sigur hann.
Teir hava verið og roynt nýggja motorinum, og ferðin vísti seg at vera 12 míl. Seinnapartin í dag verða mátingar gjørdar av pelatrekkinum.




