Vanliga viðmerkir Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki einstøk mál í fjølmiðlunum, men hendan greinin stendur á einum beini. Norðlýsið hevur ikki vent sær til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og spurningurin er, um Norðlýsið hevur lisið skrivliga tilfarið í málinum. Hetta er orsøkin til hesa viðmerking.
Rullupylsur
Í greinini verður skrivað, at “slíkar vørur sambært matvørulógini eiga at verða tilgjørdar inni í kølirúmi”. Slíkar vørur eru í hesum brotinum rullupylsur. Her skal Heilsufrøðiliga starvsstovan gera vart við, at tað ikki er krav um, at rullupylsa skal gerast í kølirúmi.
Ræstur og turrur fiskur, kjálkar og lippur og aðrir fiskaúrdráttir
Tær vørur, sum verða seldar í handlunum, skulu koma frá góðkendum ella løggildaðum virki. Í Føroyum eru fleiri virkir, sum hava góðkenning til hesar fiskaúrdráttir. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eisini kunnað Kjøthandilin um, at onnur eisini hava møguleika fyri at søkja og fáa løggilding til hesar fiskaúrdráttir, t.d fiskiskip.
Góðkenning
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ikki tikið góðkenningina frá Kjøthandlinum í Klaksvík.
Yvirskriftirnar
Heilsufrøðiliga starvsstovan metir út frá hesum viðmerkingum, at tað ikki er hald í yvirskriftunum á forsíðuni og inni í blaðnum. Á forsíðuni er yvirskiftin “Sleppur ikki at borðreiða við fiskaúrdráttum úr lokala umhvørvinum” og inni í blaðnum er yvirskriftin “Sleppur ikki longur at selja fiskaúrdráttir frá línu- og útróðrarbátum”.
Vinarliga
Heilsufrøðiliga starvsstovan




