Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Slítur í seinnapartin

Hanus Kjølbro

Eitt lágtrýst liggur á Reykjanesrygginum og flytur seg norðureftir. Kring tað er nakað av vindi, og brúgvaløg við regni stinga seg eysturaftir úr miðjuni.

Tað er hetta, sum stýrir veðrinum her hjá okkum í dag og í morgin eisini.

Vindurin er meiri vestanfyri enn eystanfyri. Hetta sæst í mátingunum, sum eru at síggja á vedrid.fo. Í Mykinesi er miðalvindurin 24 m/s (stormur); á Kirkju er miðalvindurin 11 m/s (strúkur í vindi).

Ættin er beinur sunnan, og tað regnar kring alt landið (klokkan er 12.30).

Soleiðis fer veðrið at vera í eina løtu afturat – til klokkan 16 ella 17 – tó ælaveður í kvøld og í nátt. Ættin fer í útsynning-sunnan, og vindferðin fer at minka niður í 10 til 15 m/s. 

Hitalagið dag liggur um 8-9 stig – fær ikki kropið seg longur upp á hitastigan, so leingi luftin kemur úr Norðurkanada.