Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slóðbrótandi føroyskur nethandil

Tíðindaskriv

Bíligir prísir, alt íroknað og vørurnar beint til dyrnar, eru nakrir av fyrimununum hjá føroyingum at brúka snarkeyp.fo

Snarkeyp.fo er nýggjur føroyskur nethandil, sum bjóðar alla KT-útgerð fyri ein lágan kostnað. Nýggi nethandilin ger tað einfalt fyri kundan at keypa, tí prísurin er íroknað allar útreiðslur.

– Tú bíleggur vøruna og rindar fyri hana á snarkeyp.fo. So fært tú vøruna 4-7 dagar seinni. Vit hava gjørt alt fyri, at keypið skal vera so einfalt og ómakaleyst sum gjørligt fyri kundan, sigur Jan Isaksen, leiðari fyri snarkeyp.fo.

Sama trygd

Tað hevur áður verið eitt sindur trupult hjá fólki at keypa á netinum, tí tey kenna seg ótrygg, hvør endaligi kostnaðurin verður, tá tollur og annað verður lagdur omaná. Á snarkeyp.fo er alt íroknað.

– Kundin fær allar fyrimunirnar við nethandli – og fullur tryggleiki fylgir við. Vit veita sama garanti sum vanligir handlar, og vit hava avtalu við telduverkstað í Føroyum. So tú ert í tryggum hondum, tá tú keypir frá okkum, sigur Jan Isaksen.

90.000 vørunummur

Snarkeyp.fo selir alla KT-útgerð. Handilin er á tremur við vørum. Í alt eru uml. 90.000 vørur at finna á snarkeyp.fo. Millum annað hevur snarkeyp.fo eitt sera stórt úrval av farteldum. At kalla øll tey kendastu merkini eru at finna í nýggja nethandlinum – eisini tær frá Apple, Dell og HP.

Ætlanin við nýggja nethandlinum er, at víðka um møguleikarnar í Føroyum. Føroyingar keypa meira og meira á netinum, men tað hevur ofta verið trupult at fáa vørurnar til Føroya og at kenna allan prísin og at varðveita fulla trygd. Hetta ger snarkeyp.fo nakað við.