Í næstum fær FarGen høli á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Norðlýsið hevur tosað við Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, ph.d., um verkætlanina. Ætlanin er at fara í gongd sum skjótast, og ítøkiliga skal FarGen á Klaksvíkar Sjúkrahúsi betra um diagnostiseringina av sjúklinginum við tí fyri eyga at veita persónslagaðan heilivág, skilt á tann hátt, at ílegugranskingin kann gera tað lættari og skjótari at finna fram til rætta heilivágin og skamtin til tann einstaka sjúklingin.
FarGen varð sett á stovn í 2016. Tað var ein politisk avgerð at seta á stovn hesa verkætlanina, har ein infrastrukturur verður uppbygdur til ílegugransking í Føroyum. Áðrenn vórðu royndirnar sendar av landinum, og millum endamálini við FarGen taldist tað at fáa høgt útbúnar granskarar til Føroya, og ongantíð betur, um talan var um føroyskar granskarar, ið vendu heim aftur at arbeiða við verkætlanini.
Føroyar eru serligar, tá tað kemur til ílegur, og Noomi Oddmarsdóttir Gregersen greiðir frá, at altjóða granskarar hava stóran áhuga í, at føroyingar enn ikki eru heterogenir, t.v.s. blandaðir, hvat viðvíkir ílegum. Sátan í Føroyum er tað minni, og tí er tað lættari at finna nálina í henni, sigur Noomi myndamálsliga. Tað er lættari at finna út av, um tað eru ílegurnar ella umhvørvið, ið eru atvoldin til eina sjúku, tá populatiónirnar eru sum tann føroyska.
Noomi O. Gregersen greiðir víðari frá, at úrslitini, sum verkætlanin vísir, millum annað kunnu brúkast til at gera av, hvønn heilivág ein sjúklingur skal hava, eins og hvussu nógv av tí heilivágnum, og nevnir, at hetta longu verður brúkt innanfyri psykiatriina og nevnir skizofreni sum dømi. Ætlanin er at víðka spektrið til aðrar sjúkur eisini, á tann hátt, at genom-datur verða brúktar at seta diagnosur og viðgera við.
Hví Klaksvíkar Sjúkrahús?
Spurd um hví valið júst fall á Klaksvík, svarar Noomi, at Norðurøkið er undirumboðað, sum nú er. Hartil hevur FarGen sjálvt framsett eitt ynski um, at verkætlanin skal fremjast í kliniskum umhvørvi, og tað merkir so innanvert sjúkrahúsverkið. Klaksvíkar Sjúkrahús veitir hølini, og Noomi væntar synergieffektir við sjúkrahúsið, har FarGen fær brúkt tilfeingið í lokaløkinum, og lokaløkið fær fleiri førleikar, ið verða bygdir upp.
Noomi leggur dent á, at talan er ikki um at flyta alt virksemið hjá FarGen til Klaksvíkar. Hetta er ein víðkan ella spjaðing av virksemi. Noomi nevnir, at hon longu er í samstarvi við læknar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í eini verkætlan um krabbamein. Endamálið her er at menna ein pall til forsøgn av krabbameinsviðgerð, og Noomi sigur, at møguleikar sjálvsagt eru fyri at fáa í lag onnur samstørv eisini, eins og samstørv longu eru fingin í lag við læknar á Landssjúkrahúsinum.
Noomi væntar, at hetta fer eisini at stuðla undir menningina av einum granskingarumhvørvi í norðurøkinum, og tað kann draga bæði lokalar og altjóða granskarar til norðurøkið. Hugsanin er eisini, at ílegukanningar, sum heilsuverkið sendir av landinum í dag, skulu gerast í Føroyum, og kanningarstovan er ein góður møguleiki at staðseta hesar kanningarnar á FarGen-starvsstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Noomi.
Móttøkan í Klaksvík hevur verið heilt fantastisk, sigur Noomi vegna FarGen, og leggur afturat, at hon fegnast um tann stóra áhugan fyri verkætlanini og um eitt sera gott samstarv við bæði leiðslu, heilsustarvsfólk og teknisku deild.
FarGen hevur í løtuni 3 fólk í starvi, og ætlanin er at seta ein persón afturat. Av teimum skulu tvey partvís vera í Klaksvík og ein í Havn, og ætlanin hjá FarGen er at gera nakrar greiningar í Klaksvík, nakrar í Tórshavn og nakrar í Suðuroy. FarGen eigur fleiri tól, og nøkur teirra verða tikin til Klaksvíkar, sigur Noomi, og leggur afturat, at vinnulívið væntast at vera ein viðspælari; vinnan hevur longu víst áhuga fyri FarGen.
Í løtuni er FarGen í samstarvi við Ríkissjúkrahúsið um eitt tól, ið kostar umleið 6 milliónir, og nakrar kanningar verða tískil sendar hagar. Noomi vónar, at tað fer at eydnast at fáa eitt tílíkt tól til FarGen-verkætlanina í Klaksvík. Annars væntar Noomi, at FarGen-kanningarstovan kann takast í brúk í ár, umframt at FarGen heilt skjótt fer at bjóða luttakarum at verða við í næsta stigi av FarGen-verkætlanini
Samanumtikið er tað ein sera spennandi verkætlan fyri bæði FarGen, Klaksvíkar Sjúkrahús og ikki minst føroyska heilsuverkið sum heild, ið nú fer av bakkastokki.





