Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Slóðbrótandi íbúðarbygging í Fuglafirði

Fuglafjarðar kommuna og P/F Toftanes

Farið verður nú til verka við at byggja 18 nýggjar leiguíbúðir í Fuglafirði.

Íbúðarbyggingin verður gjørd við Toftanesveg á eitt øki, ið Fuglafjarðar kommuna hevur sett av til íbúðarbygging.

Talan er um íbúðir við trimum ella 4 rúmum, og eru tær góðar 90 fermetrar til støddar hvør. Góð atkomuviðurskifti verða til allar íbúðirnar, eisini hjá rørðslutarnaðum.

Sum nakað nýtt verður boðið leigarum eldri enn 60 ár framíhjárætt at leiga í minsta lagi 35% av íbúðunum, sum allar koma at hava altan og frítt útsýni yvir Fuglafjørð.

Avtala er gjørd millum Fuglafjarðar kommunu og P/F Toftanes um keyp av grundøki til hesa bygging, og at arbeiðið at standa fyri útgrevstri verður boðið út nú.

Arbeiðið byrjar beinanvegin, og leigararnir koma at flyta í nýggju leigubústaðirnar longu í 2022. Avtala um leigumál kann verða gjørd longu nú, og verður nærri kunning um leiguíbúðirnar, kostnað og hvussu til ber at leiga tær, send í komandi viku.