Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slóðbrótandi miðnám á enskum

Tíðindaskriv

Nú verður gjørligt at taka eina studentsútbúgving á enskum í Føroyum. Tað er Handilsskúlin á Kambsdali, sum komandi skúlaár bjóðar út Búskaparbreytina í enskum hami.

Nú verður gjørligt at taka eina studentsútbúgving á enskum í Føroyum. Tað er Handilsskúlin á Kambsdali, sum komandi skúlaár bjóðar út Búskaparbreytina í enskum hami.


Frá komandi skúlaári fer Føroya Handilsskúli á Kambsdali at seta á stovn ein flokk á Búskaparbreytini, har meginparturin av undirvísingini fer fram á enskum máli. Á Handilsskúlanum á Kambsdali rópa tey nýggja flokkin International Business Studies (IBS).

Tað er eingin loyna, at Føroyar eru aktivur partur av altjóðagerðini. Vit lata upp sendistovur, luttaka í millumtjóða felagsskapum og útflyta vørur til allan heimin. Tað er eisini júst í grannalagnum á Kambsdali, at nógvar fyritøkur húsast, sum leita sær útum landoddarnar. Sterka vinnuøkið telur fyritøkur sum Bakkafrost, Varðan, KJ Hydraulik, JT Electric, JFK, v.m., og kemur IBS sostatt m.a. at vera ein íløga í menningini av teimum føroysku fyritøkunum, sum satsa uppá altjóða marknaðin.

At taka eina gymnasiala miðnámsútbúgving á enskum merkir ikki, at móðurmálið verður frávalt, tí næmingarnir koma framvegis at hava føroyskt á tímatalvuni. Fyri føroysku næmingarnar kemur fakliga innihaldið at vera neyvt tað sama sum á Búskaparbreytini, og koma teir framvegis at hava Føroyskt A sum kravda lærugrein. Útlendsku og ný-føroysku næmingarnir koma at fáa frálæru í føroyskum á einum fyri teir hóskandi stigi.


Næmingar

Næmingarnir, sum tey á Handilsskúlanum á Kambsdali vænta koma at ganga á IBS, eru her býttir upp í tríggjar bólkar: 1) føroyingar, sum ynskja eina øðrvísi og spennandi avbjóðing, 2) útlendingar, sum ikki hava kunnleika til føroyskt og danskt mál, og 3) føroyingar, sum hava enskt sum heimamál.

Ungir føroyingar gerast alsamt stinnari í enskum, og IBS loyvir ungdóminum at nýta hendan førleika longu í miðnámsskúlanum. At hesir næmingar koma at hava handilsmálið á enskum vil uttan iva føra hópin av ágóðum við sær, t.d. økt handilsvirksemi uttanfyri norðurlond, og at fleiri næmingar leita sær út um norðurlond at nema sær víðari útbúgving.

Kjakið um fólkafráflyting hevur verið frammi leingi. Samstundis sum føroyska samfelagið hevur arbeitt við bæði at fáa útisetar heimaftur og at steðga fráflytingini, eru alsamt fleiri útlendingar fluttir til Føroya. Hetta sæst týðiliga á tølunum hjá Manntali, ið vísa at í 2011 búðu 1614 fólk í Føroyum, ið vórðu fødd uttanfyri danska ríkið. Fleiri av hesum “ný-føroyingum” koma til landið við tannáringabørnum sínum, sum ikki hava nakran kunnleika til danskt mál, men hinvegin eru stinn í enskum. At kunna veita hesum ungu eina miðnámsútbúgving veksur um trivnaðin hjá tilfluttum familjum og er ein framúr íløga í føroyska vitanarsamfelagið. Hetta er eisini ein samfelagsskylda, ið vit eiga at taka í størsta álvara.


Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin at søkja inn á International Business Studies á Føroya Handilsskúla á Kambsdali er sunnudagin, 15. mars.

Fleiri upplýsingar og neyvari treytir fyri upptøku eru at finna á heimasíðuni hjá skúlanum, sum er www.fhk.fo.


Á Handilsskúlanum á Kambsdali eru tey ógvuliga spent at síggja hvør undirtøkan verður fyri hesari nýggju útbúgvingini, og meta tey at hon kann vera við til at skapa eitt spennandi og fjølbroytt umhvørvi á skúlanum.