Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slóðbrótandi verkætlan

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

At Annikka Olsen landsstýriskvinna í dag setti spakan í til nýggjar íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum í Klaksvík , er onkiminni enn slóðbrótandi innan hettaøkið í Føroyum.

At Annikka Olsen landsstýriskvinna í dag setti spakan í til nýggjar íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum í Klaksvík , er onkiminni enn slóðbrótandi innan hettaøkið í Føroyum.

Annika Olsen hevurstóra tøkkuppibornafyri umsorgan og hjartalag fyri okkaru kæru við serligum avbjóðingum. Hesi , sumí áravístolin hava staðiðog bíðað aftarlaga í køini fyriat fáa eina íbúð, so tey kunnu fáa eitt meira virðiligt lív. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at tey ikki hava havt tað gott heima. M en tað er nú einaferð soleiðis , at foreldrini/avvarðandi eldast og hava ikki somu umstøður og orkuat ansa teimum alt lívið. Øll hava vit eisini tørv á, at vera fyri okkum sjálvi.

Sum fyrrverandi forkvinna í sosialu nevnd føli eg hetta sum ein stóran dag. Júst hesar íbúðir í Klaksvík vóru eitt av mínum hjartamálum seinastu setu í býráðnum. Alt býráðið stuðlaði hesi verkætlan.Har eg sum forkvinna í sosialu nevndsomuleiðis hevði avbera gott samstarv við táverandi landsstýriskvinnu í almannamálum Rósu Samuelsen, sum legði hesa verkætlan fyri tingið. Síðan eg bleiv vald í løgtingið havi egsomuleiðis lagt nógva orku í fyri at fáa hesar íbúðir gjørdar til veruleika.

Hetta er eisini eitt gott dømi um,hvussu væl tað kann ganga,tá ið land og kommunur arbeiða saman, fyri at náa einum góðum úrsliti. Í hesum førinum hevurKlaksvíkar kommunagoldið fyri niðurtøku av gl. Læknahúsunum og skal gera stykkið byggibúgvi. Landið skal so byggja íbúðirnar og rinda raksturin.

Verkætlanin kemur væntandi at geva uml. 20 føst og støðug ársverk innan hetta økið í Klaksvík. Tað gleðast vit eisini um.

Øll í landstýrinum, løgtinginum og Klaksvíkar kommuna hava stóra tøkk uppiborna , at hendan slóðbrótandi verkætlanin nú gerst veruleiki .