Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sløkki- og bjargingarfeløg eru til arbeiðis

John William Joensen

Frá politinum verður sagt at í løtuni er nógvur vindur kring alt landið og smærri skaðar eru fráboðaðir í Tórshav og Sandvík. Í Klaksvík var sløkkiliðið boðsent tí fólk á Stangavegnum vóru bangin um at eini gomul hús sum eingin býr í vóru um at fara av hørðu hvirlunum. Boð vóru eftir bjargingarbátinum Ziska, tí Norðborg hevði hug at slíta endarnar, men sum skilst var tamarhald á støðuni.

Esmar Klakstein, frá Klaksvíkar Sløkkilið sigur at hóast hvirlurnar vóru harðar so hava teir bara fingið fráboðanir um smærri skaðar.