Tað hevur verið sera hart veður í løtum í Klaksvík ídag. Vindmátarin hjá Landsverki á Oyravegnum vísti útivið 60 metrar um sekundið ímorgun.
Hann hevur ligið tráður av eysturi allan dag, og nú móti kvøldinum hevur kavi verið í ælunum og hartil nógvur vindur.
Finn Hansen, sløkkiliðsformaður sigur, at boð hevur verið eftir sløkkiliðnum fýra ferðir ídag, men talan hevur verið um smáskaðar.
Sambært seinastu veðurtíðindunum skal vindurin minka ímóti morgni.




