Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Slovan Bratislava tapti í upptaktini

Jákup Ósá

Í dag tapti Slovan Bratislava í síðsta dystinum áðrenn Conference League dystin í bólkaspælinum hóskvøldið.

Slovan Bratislava hevur havt eina misjavna byrjan uppá landskappingina og í dag tapti liðið 3-1 á útivølli móti Dun Streda. Slovan Bratislava hevur spælt fimm dystir, ið hava givið tilsamans átta stig og málmunin 8-8.

Men hugsast kann, at Slovan Bratislava spardi leikarar, tí ímun til síðsta frásoldingardystin 31. august í Europa League, so vóru seks leikarar á bonkinum í dag, sum byrjaðu inni tá.

Slovan Bratislava-KÍ spæla í Bratislava hóskvøldið kl. 20.00. Áðrenn tað hevur KÍ landskappingardyst móti B68 á heimavølli mánakvøldið kl. 18.00.