Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Slovan Bratislava vandi ikki í Klaksvík í kvøld

Jákup Ósá

Enn er ógreitt, hvørji úrslit vóru av kanningunum hjá nýggja hópinum hjá Slovan Bratislava.

Slovan Bratislava skuldi venja í Klaksvík í kvøld við einum hópi, sum sambært sport.sk telur sjey leikarar frá besta hópinum og rest frá eykaliðnum. Nakrir av hesum leikarunum spældu leygardagin á sama liði sum liðfelagi, sum seinni fekk staðfest koronu. Hetta gjørdi, at mótstøðuliðið hjá Slovan Bratislava fór í sóttarhald og kappingin í Slovakia bleiv steðgað. Men einki hevur verið upplýst um, hvørs liðfelagarnir hjá leikaranum við koronu skuldu í sóttarhald. Men eftir øllum at døma eru fleiri av teimum við í hópinum í Føroyum, einans fimm-seks dagar eftir dystin í Slovakia.

Fyri at verja seg móti møguligari smittu, so var tað av KÍ í kvøld kravt, at eingin skuldi venja í Klaksvík fyrr enn eitt úrslit vísti, at allar kanningar vóru negativar av ferðalagnum, sum kom til Føroyar í dag. Norðlýsið hevur roynt at fingið upplýst, hvørji úrslitini av korona kanningunum vóru, men tey er enn ókend. Slovan Bratislava gav boð um fyrr í kvøld, at hópurin vandi ikki í Klaksvík í kvøld. Tað kundi bent á, at tað hevur drigið út við at fingið úrslitini í nóg góðari tíð til at kunna hava havt venjingina.