Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sluppin Johanna TG 326 vitjar í Norðoyggjum við gleðiboðum.

John William Joensen

Fríggjamorgunin kl 0800 fer sluppin Johanna TG 326 av Vági við kósÍmóti Norðdepli.

Fríggjamorgunin kl 0800 fer sluppin Johanna TG 326 av Vági við kós
Ímóti Norðdepli.
Hesaferð er Johanna TG 326 á eini serligari ferð, nevnliga við
Gleðiboðskapi Frelsarans.
Tað eru fólk frá evangeliskum samkomunum í Suðuroynni, ið manna sluppina.
Sluppin væntast at koma til Norðdepils seinnapartin um 15 tíðina
Manningin hevur útimøti umborð kl 19 fríggjakvøldið har eisini verður
Møgulleiki, at síggja sluppina.

Skráin fyri ferðina sæst her.

Fyrireikararnir ynskja øllum hjartaliga vælkomin

Fríggjadagin:
kl 0800 Fráferð av Vági við Johannu TG 326 kl 19 Útimøti Norðdepil umborð á sluppini kl 21 Útimøti Viðareiði, við Sharon
Leygardagur:
kl 0845 av Hvannasundi til Svínoy.
Fráferðirnar úr Svínoy/ Fugloy eru ikki fastlagdar samb.
Ferðaætlan, kunnað verður um tað umborð.
Sunnudagin:
kl 11 Morgunmøti í Hermon
kl 1330 fráferð av Norðdepli
Seinnapart: Útimøti Nósloy
Eftir útimøti verður farið víðari til Vágs.