Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sluppirnar vitjað á Klaksvík

John William Joensen

Hóast allar føroysku sluppirnar valla vera her tíðliga leygarmorgunin, so koma tær skúmandi í leypi av degnum.

Tá vit vóru í samband við manningina á Johannu mikudagin, søgdu teir okkum at teir ætlaðu sær til Klaksvíkar á sjómannadagin og at vit kundu rokna við teimum seint fyrrapartin. Birgir Enni á Norðlýsinum hevur eisini játtað at koma til Klaksvíkar við snotiliga skipi sínum. Hann segði, at hann hevði eitthvørt sum hann skuldi avrika við skipinum leygarmorgunin, men hann hótti við at koma seinnapartin.
Havnamenn, sum altíð hava verið góðir at heitt á í slíkum førum, vórðu eisini til dystin fús, teir koma mansterkir við Westward Ho. Allar sluppirnar fara saman við Draganum at liggja norðast á Stangabrúnni og vit frætta frá teimum, at fólk eru meira enn vælkomin at vitja umborð.