Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SLUT – EIN SJÓNLEIKUR FYRI ELDRI

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 11.apríl kl. 16.00 vitjar sjónleikarafelagið Drakomir úr Ribe í Spaniastovu. Atgongumerki á kr. 50 fáast við dyrnar frá kl. 15.00.

Fríggjadagin 11.apríl kl. 16.00 vitjar sjónleikarafelagið Drakomir úr Ribe í Spaniastovu. Atgongumerki á kr. 50 fáast við dyrnar frá kl. 15.00.

“SLUT”, snýr seg um “den tredje alder”: “Har vit kunna gera tað vit vilja – hugsa tað vit vilja – og droyma um tað vit hava gjørt og tað vit vilja gera”.

Framførslan við monologum og dialogum ber brá av álvarsemi og gaman við einum skeivum brosi.

Hetta er ein roynd hjá 5 leikarum við drúgvum royndum á leikpallinum at lýsa hvussu “modernaði menniskju” fara inn í lívsins seinasta tíðarskeið í kæti, í sorg og sút.

Leikararnir eru: Helle Hauger, Peter Brun, Ulla Berling, Lillian Grønhøj og Claus Rudolf – millum 65-75 ár

Drakomir er á vitjan í Føroyum 7.-13.apríl. Á ferðini framføra tey “SLUT” í Nólsoy, Tórshavn og Klaksvík.

Kamilla Wargo Brekling hevur skrivað leikin og leikstjóri er føroyavinurin Thomas Hauger.

Harleywoodpaint