Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Slut við monopoli á innflutningsgjøldum

Sylvia Thomsen

Tað líkist ongum, at ein havn í Føroyum skal fáa allan vinningin av tí, sum allir føroyingar innflyta, meðan aðrar havnir í Føroyum illa nokk bera seg

 

Um eg keypi mær eitt skáp í Danmark, sigli tað heim til Føroya og fái tað í land í Norðhavnini, so er tað er kortini Tórshavnar havn, ið sendir mær rokningina og fær innflutningsgjaldið.

Her er talan um nógvar pengar, sum høvdu gjørt stóran mun í kassanum hjá Klaksvíkar kommunu, og sum eg meti, at næststørsta kommuna í landinum hevur rætt til.

Verði eg vald í Klaksvíkar býráð, fari eg at arbeiða fyri at fráa hetta broytt. Ein býtislykil skal leggjast á øll innflutningsgjøld, soleiðis at inntøkurnar av innflutningsgjøldum fella í røttum býti til tær kommunur, har vørurnar hava adressu.