Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smábátamotorar nóg fínir til einhvørja stovu

Oliver Joensen

Valla nakrastaðni sært tú so nógvar so snøgt nýrenoveraðar, sum norður í “Universitetinum í Norðdepli”. Tað eru Hans Jørgen Nysted og hansara menn,, Símin Sivertsen, Absalon Lydersen og Per Justesen, sum arbeiða við gomlu motorunum. 

Á hvørjum ári hevur Føroya Sjómannadagur fingið teir til Klaksvíkar at sýna motorarnar fram. Hesaferð mundu einir 30-40 “instaleringar” og gamlir “páhangarar” vera á framsýningini í hjallaranum á Berglon.

Hesar eldsálirnar, ið hava lagt so nógv arbeiði í hetta, eru nú komnir til eitt vegamót. “Universitetið” er ov lítið. Har eru so nógvir motorar framsýndir, at til ber ikki at taka ímóti ferðaløgum, um fleiri motorar verða gjørdir. “Vit hava einar 20 ógjørdar motorar liggjandi” sigur Hans Jørgin Nysted, men vit gera ikki fleiri í stand í løtuni, tí vit hava simpulthen ikki pláss fyri teimum.

Men vit hava tó alíkaval úr at gera. Teir motorarnir sum eru gjørdir skulu haldast, skjótt fellir á kopar og messing, serliga tá motorarnir hava verið á framsýning, tí tá eru teir krámaðir og tá fellur skjótari á.

Eg spyrji Hans Jørgin:”Tá so nógvir motorar liggja ógjørdir, verður tað tá ikki truplari, sum tíðin líður at útvega eykalutir?” – Í hinum endanum á telefonini hoyri eg bert ein lítlan látur, so kom svarið: “Nei, eykalutir fáa vit ikki, eg hvai hoyrt at ein ávís eykalutagoymsla til Solomotorar er til, men vit hava ongantíð roynt tað, vit hava gjørt allar eykalutir sjálvir, har tørvur hevur verið á tí. Annars fáa vit ofta tveir motorar av sama slag, og tá kunnu vit við hvørt fáa ein burturúr”.