Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smádreingir og dreingir venja aftur

John William Joensen

Hósdagin byrjar venjingin hjá smádreingjum og dreingjum aftur.

Smádreingir
(árg. 1991 og 1992 ) venja hósdagin og fríggjadagin kl. 16.00. Dreingirnir
venja hósdagin kl. 17.30. Hóskvøldið klokkan 19.45 spæla smádreingjaliðið,
sum vann greipuna í ár, venjingardyst ímóti kvinnulandsliðnum – hetta er
partur av fyrireikingunum hjá kvinnunum til landsdyst ímóti Írlandi
týsdagin.
Tað verður nógv fótbóltsvirksemi í Klaksvík næstu dagarnar. Umframt
vetrarvenjingina hjá KÍ, sum nú byrjar aftur, fara bæði U17 og
kvinnulandsliðið at venja í Klaksvík. Harafturat verður kvinnulandsdystur
millum Føroyar og Írland spældur í Klaksvík týsdagin 12. oktober kl. 17.30

Venjingardystur
Ein spennandi dystur verður hóskvøldið kl. 19:45, har smádreingirnir, sum
eru greipuvinnarar, møta kvinnulandsliðinum. Hesin dysturin er liður í
fyrireikinginum hjá landsliðinum, sum skal møta Írlandi týsdagin 12. okt.