Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smádreingirnir hjá KÍ savna fløskur

Oliver Joensen

Hugskotini er mong hjá teim ungu at vinna sær nøkur oyru til eitt nú uttanlandaferð. Smádreingirnir hjá KÍ skulu til Danmarkar at luttaka í eini fótbóltskapping og í hesum sambandi ganga teir hús úr húsi at savna fløskur. Í tíðindaskrivi siga teir:



Smádreingirnir hjá Kí, hava í ár valt at fara uttanlands við einum
liðið. Kí hevur í fleiri ár sent leikara uttanlanda, og í ár er tað
smádreingir føddir í 1989 og nakrir føddir í 1990.

Fyri kortum høvdu hesir leikarar og foreldur teirra, ið skulu av
landinum fund, og kom mangt ymiskt fram. Ymisk tiltøk, ið skulu vera við
til at savna inn pening, soleiðis at túrðurin kann gerast veruleiki.

Hóskvøldið í seinastu viku løgdu smádreingirnir til brots at savna
fløskur, og skjótt, funnu teir útav at teir máttu nýta fleiri kvøld
til at koma runt. Mánakvøldið fóru teir so avstað aftur og tá var tað at
Norðlýsið stakk inn á gólvi í gomlu Pomek, og fekk nakrar myndir.

Umframt at dreingirnir fara út aftur íkvøld, týskvøldið 08.04-2003, so
eru fyritøkur vælkomnar at siga frá um tær liggja inni við fløskum, so
koma vit fegin og rudda tær burtur. Hetta er sjálvandi eisini galdandi
fyri línuskipini. Til bera at siga frá á telefon 225260.

Næsta tiltakið hjá smádreingjunum verður eitt stórt køkutombola,
leygardagin 19 apríl í felagshølunum hjá KÍ (gomlu Lognbrá).

Umframt hetta verður eitt MEGA STÓRT FAMILJUTILTAK, leygardagin 03.
mai, har mangt og hvat verður á skránni, so sum: tónleikur, kappingar,
sangur, undirhald, spøl og tombola.

Vit takk fyri stuðulin: Liðið tað eitur KÍ – KÍ tað eru VIT!