Síðsta leygardag, tá Formuladeildarliðini hjá KÍ og B36 møttust við Djúpumýru, spældu eisini bestu liðini hjá somu feløgum í dreingja- og smádreingjadeildini, har KÍ samanlagt vann 10-1 á B36.
Mesti fótbóltsáhugin er og verður altíð savnaður um bestu mansliðini hjá feløgunum, men um ein skal bera feløg saman, er ikki minni áhugavert at hyggja at yngru deildunum, har menningin av ungum spælarum fer fram – hesir ungu verða jú um nøkur ár teir, sum skulu mynda bestu vaksnamannaliðini.
Í so máta hevði KÍ síðsta leygardag ein sera góðan dag ímóti B36.
• KÍa og B36a smádreingir spældu dyst í meistarabólkinum. Dysturin í Havn endaði við 4-1 sigri til KÍ.
• KÍa og B36a dreingir spældu somuleiðis dyst í meistarabólkinum. Dysturin í Klaksvík endaði við 6-0 sigri til KÍ.
• Sostatt vann KÍ samanlagt 10-1 hesar dystir millum bestu spælararnar hjá KÍ og B36 í aldrinum 12 til 16 ár.
• Og fyri at venda aftur til Formuladeildina so kláraði eitt blaðungt KÍ-lið (við 5 stuðulsspælarum uttanfyri, og 7 unglingum í hópinum) at seta eitt stjørnusett B36-lið undir lutvíst trýst og spæla javnt (ein sigur til KÍ hevði ikki verið óuppiborin).
Samanlagt ein framúr góður KÍ-dagur ímóti B36, sum ber boð um, at KÍ hevur nakað fantastiska spennandi á veg upp gjøgnum yngru deildirnar.
– – –
Nú skal ein varða seg fyri avgjørdum niðurstøðum út frá bert einum leikdegi, og B36 hevur – hóast hesi úrslitini – eisini ein spennandi hóp í yngru deildunum.
Men at KÍ er í einari framúr góðari gongd í løtuni verður eisini staðfest í seinastu landsliðsúttøkunum, har KÍ júst hevur fingið 11 spælarar úttiknar til bruttohópar hjá U17 og U19 – tað er óvanliga høgt tal.
Í dag hevur peningur so nógv at siga í fótbólti – eisini í føroyskum fótbólti, og hetta sást eisini aftur í tí umrøðu, sum útlendskir spælarar fáa, men um hugt verður at føroyska tilfeinginum í feløgunum í dag, so hevur KÍ eitt sera gott grundarlag at byggja á.
Her ræður um at arbeiða rætt næstu árini!




