Í morgun landar Norðsøki 50.000 pund undan Íslandi til Kósina og sum skilst er fiskiskapurin smáligur í løtuni.
Í morgun landar Norðsøki 50.000 pund undan Íslandi til Kósina og sum skilst er fiskiskapurin smáligur í løtuni.
Jørgen Djurhuus sigur at teir høvdu ongan ordiligan góðan dag hesar 10 dagarnar Norðsøki royndi við snellu undir Íslandi.
– Vit vóru einsamallur snellubátur og kanska hava vit verið og tíðliga á veg. Men línuskipini sum vit tosaðu við søgdu eisini frá smáligum fiskiskapi. Tað mesta er upsi og toskur men kanska heldur smáfallandi.
– Vit fara avstað aftur so skjótt sum veðrið batnar og sum eg skilji ætlar Líðhamar at fara yvir beint undan Norðoyastevnu og Kallanes kemur so beint eftir Norðoyastevnu.




