Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smálomb í Australia, nýføddir grísar í Danmark- og burturbeinan av óynsktum tvillingum

John William Joensen

Í somu viku sum kvinnudagurin varð hildin kunnaðu danskar sjónvarpsrásir okkum um ymiskar ræðuleikar runt heimin.

Ikki um støðu teirra trúgvandi í fjarum londum, sum í hundraðatali hvønn dag verða dripin vegna sína trúgv. Ella um hvat hendir teimum, trúgvandi ella ikki, sum í somu londum, og tey eru ikki fá, vága at tosa ímóti teim ráðandi. Nei, teir ræðuleikarnir hava sjáldan slíkan áhuga hjá almennu Public Service rásunum, at tær kenna sær ábyrgd at bera teir víðari. Vilt tú frætta um hesar og aðrar veruleikar, mást tú sjálvur leita tær vegir at finna teir.

Tíðindini hesar dagar vóru um, hvussu illa australiumenn- og kvinnur fóru við teirra nýlembdu lombum, sum uttan doyving fingu ull og skinn rundan um kynsgøgnini klipt burtur, til blóðið fleyt. Hetta varð gjørt, fyri at forða ávísari flugu at leggja egg síni har. Tí hendi tað, var møguleikin stórur fyri at lambið gjørdist sjúkt og doyði. Mátin tey hinumegin jørðina fóru við hesum neyðars lombum skakaði danir og óivað onnur, og tosað varð um at boykotta ullakeyp úr Australia.

Kvøldið eftir vísti danskur serkønur í grísahaldi á, at hóast satt var, sum sendingin segði, so var her talan um danskan dupultmoral. Hann vísti á, at eins og australiubúgvar mishandlaðu smálomb, soleiðis mishandla danir grísar. Uttan doyving verða hesir smáu grísar geldir, fyri í smakki at toknast keyparum, tá seljast skal.

Í somu viku, meini tað var kvøldið eftir, greiddu serlæknar frá, hvussu teir nú, á donskum sjúkrahúsum megnaðu at uppfylla ynski foreldra, sum bert ynsktu sær eitt barn, men har ultraljóðkanning vísti, at tvillingar vóru á veg. Hegnisliga ber nú til at fara inn og taka annað fostrið, og harvið nøkta ynski foreldranna. Í sendingini vóru nøkur, sum royndu at muta ímóti, men til fánýtis. Eisini her kom ta veika, hesuferð ófødda barnið, í aðru røð, aftanfyri sjálvsøkna ynski manna.

Gott at tíðindini um ringu viðferðina av smálombum berast runt knøttin, og fyri neyðini at hetta fær danir at taka í egnan barm í sambandi viðferðina av smáu grísunum. Men nær vaknar mannættin og sær ræðuleikarnar, sum hvønn dag verða framdir móti tí mest verjuleysa av øllum- ófødda barninum? Hvussu leingi megna menn og kvinnur runt heimin at lata eyguni aftur fyri hesum stórsta ræðuleika, søgan veit um at siga? At vit kalt og kyniskt loyva enntá ríkum samfeløgum at loysa sosialar trupulleikar við at nokta óføddum sjálvsagda rættin til lívið? Hvar eru tær røddir, sum dag og nátt áttu at tala at og tosa sak hesa veiku?

Hvi velja so mong tøgnina?

Jenis av Rana

p.s. fløvandi var at hoyra, at millum tær 100 kvinnurnar, ið møttu í Norðurlandahúsinum kvinnudagin, vóru nakrar, ið valdu at verja tað ófødda. Og vitanin um, at tær 120, ið sama dag møttust í Skálabotni manna garð um tey veiku, birtir vón fyri komandi ættarlið.

jenis