Smaragd, sum partrolar við Safir, kom inn í gjár. Bátarnir høvdu verið eystanfyri og trolað.
Í trolið fekk Smaragd hendan stóra partin av eini beinagrind. Helst er hetta av einum hvali, áhugavert hevði verið um onkur kundi siga av hvørjum hvalaslag geislin er og kanska hvar á hvalinum. Onkur gitti at hetta kanska er aftasti partur av kúluni.
Á tí eini myndini er ein dunkur, bert fyri at betur kann metast um støddina av beinagrindarpettinum.




