Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smaragd og Grønanes góðan túr

Txt: Jákup Ósá. Myndir: Oliver

Grønanes og Smaragd landa á Kósini í morgun. Teir hava gjørt ein góðan túr í mun til hesa ártíðina.

Grønanes og Smaragd landa á Kósini í morgun. Teir hava gjørtein góðan túr í mun til hesa ártíðina.

 

Safir liggur til umvælingar og tí hava Grønanes og Smaragdsamtrolað hendan túrin. Teir hava verið úti í 10 dagar og hava tilsamans 300.000pund nú teir landa fiskin á Kósini í morgun. Hetta verður mett sum ein góðurtúrur um hesa árstíðina, tá tað vanliga ikki er so nógv at fáa hjá upsabátunumundir Føroyum verður sagt norðuri á Kósini, har bátarnir landaðu í morgun, summyndirnar vísa.

 

Nú fer Smaragd til umvælingar og tí fara Safir og Grønanesat at samtrola nú. Á Kósini lá eisini líðhamar, sum hevði verið á snelluveiðu íÍslandi. Hann hevði 60.000 pund av upsa. Har ljóðar, at fiskiskapurin er heldurlakari enn um vit samanbera við í fjør.

Myndir: Oliver Joensen