Millum annað hetta kom fram á landsfundi Fólkafloksins, ið varð hildin á Hotel Hafnia í Havn um vikuskiftið.
Tað var Jørgin Niclasen, formaður í tingbólkinum, sum byrjaði fundin og hevði hann eitt áhugavert inlegg um søguna hjá flokkinum og læs hann millum annað upp úr stevnuskrá floksins frá byrjan vísti á, hvussu nógv av málunum fólkaflokkinum hevði eydnast at loysa.
Eisini vísti Jørgin Niclasen á, at Fólkaflokkurin ídag hevur somu støðu til sjálvstýrið og teir gomlu høvdu.
Landsstýrismenninir hjá flokkinum, Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu og Bjarni Djurholm høvdu síni inlegg um egnu málsøki.
Dentur varð lagdur á, at flokkurin hevði staðið sterkur í samgonguni. Yvirtøkulógin og heimildarlógin fingu eisini viðgerð og hesum stóð Anfinn Kallsberg fyri.
Fiskivinnan fylti sum vera man eisini nógv og undirstrikað varð, at vinnan eigur at gerast meiri fjøltáttað enn hon er ídag.
Gestarøðarin Mart Laar úr Eystlandi hevði eisini ein sera áhugaverdan fyrilestur um hvussu Eystland, sum fyri fáum árum síðani kom undan komunismuni, varð blivið eitt av fremstu londunum í Europa við Flat Tax.
Hann vísti á, at umráðandi varð, at fremja privatiseringar skjótt og trygt og at rættast var at privatisera til sterkar fyritøkur.
Hann vísti á, at Estonian Airlains, sum varð privatiserað til altjóða fyritøkur, hevði havt sera stóran týdning fyri Eystland seinnu árini.
Í mongum førum er tað ein fyrimunur at vera lítil, legði Laar afturat, tí eiga smáu londini als ikki at ræðast tey stóri, men heldur taka dystin upp, tí møguleikarnir eru nógvir.




