Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smáu útróðrarbátarnir missa 1.480 fiskidagar

Helgi Abrahamsen

Løgtingið fer í dag klokkan 10 undir fyrstu viðgerð av uppskotinum um áseting av fiskidøgum fyri komandi fiskiár. Sambært uppskotinum fara útróðrarbátar undir 15 tons at missa 1.480 fiskidagar í komandi fiskiári.

Løgtingið fer í dag klokkan 10 undir fyrstu viðgerð av uppskotinum um áseting av fiskidøgum fyri komandi fiskiár. Sambært uppskotinum fara útróðrarbátar undir 15 tons at missa 1.480 fiskidagar í komandi fiskiári.

Sambært uppskotinum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, fara fiskidagarnir hjá flestu skipabólkum sum virka undir fiskidagaskipanini at verða nógv skerdir í komandi fiskiári. Broytingarnar hjá einstøku bólkunum verða hesar:

Trolararnir missa einki. Bólkur 2 (Trolarar) eiga í verandi fiskiári 4.455 fiskidagar á innaru leiðunum og 1.530 fiskidagar á ytru leiðunum. Hesi tølini verða óbroytt í komandi fiskiári.

Línuskipini missa tilsamans 716 dagar. Bólkur 3 (Línuskip) hava í verandi fiskiári 2.387 dagar, men hetta talið verður lækka við 30 prosentum og verður 1.671 dagar.

Útróðrarbátarnir missa eisini nógv. Bólkur 4 A (Útróðrarbátar millum 15 og 40 tons) hava í verandi fiskiári 1.029 fiskidagar, men hetta talið verður lækkað til 720 dagar (ein lækking á 309 dagar, sum svarar til 30 prosent).

Bólkur 4 B (Útróðrarbátar størri enn 40 tons) fara úr 1.530 døgum niður í 1.071 dagar. Teir missa sostatt 459 dagar (30 prosent).

Bólkur 4 T (Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu) hava í verandi fiskiári 1.386 fiskidagar, og eisini her verða 30 prosent skorin av, so at talið kemur niður á 970 dagar. Bólkurin missir 416 dagar.

Seinasti bólkurin (Bólkur 5 – Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu) hevur í verandi fiskiárið 9.865 fiskidagar og fær í komandi ári 8.385 dagar. Hetta er ein lækking á 15 prosent (sum svarar til 1.480 dagar).

Fáa nakað aftur

Línuskip og allir útróðrarbátar størri enn 15 tons kunnu fáa ein part av mistu døgunum aftur. Hesin parturin kann í mesta lagið vera helvtin av mistu døgunum, og treytin fyri at fáa hesar dagarnar aftur er, at tilsvarandi dagar eru brúktir í undanfarna fiskikárinum.

Hetta kann vera ein trupulleiki fyri línuskipini sum hava roynt m.a. á Flemish Cap. Tey verða við hesum revsa við mistum døgum.

Bólkur 5 (Útróðrarbátar undir 15 tons) fáa ikki nakað av mistu døgunum aftur. Teir missa 15 prosent av døgunum, sum svarar til 1.480 dagar.

Fiskiárið byrjar 1. september og endar 31. august.