Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smávegis vindskaðar

Helgi Abrahamsen

Nógvur vindur er í dag, men sambært sløkkiliðnum í Klaksvík hava ikki stórvegis vindskaðar verið. Á Røktarheiminum við Vágna byrjaði dúkurin á takinum at loysna, og tí var neyðugt at gera eitt fyribyrgjandi arbeiði har.

”Vit hava lagt okkurt tungt niðurá har, soleiðis at tað ikki fer meira,” sigur Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari. Hann sigur, at sum hann hevur skilt tað, so er ikki leki á takinum.

”Vit vóru eisini í Haraldssundi í morgun, har tjørupapp var loysnað á Handskavirkinum,” sigur Finn.

“Vit royndu at sleppa uppá takið, men har var so nógvur vindur, at tað gjørdist einki. So stigabilurin stendur har við stiganum niðurá takið, soleiðis at ikki meira hendir,” sigur hann.

“Um middagsleitið skal ein skái vera, so ætlanin er at royna aftur nú,” sigur Finn Hansen.