Í sambandi við at Kópakonan verður avdúkað fríggjadagin 1. august, verður smiðjan hjá Mikkjal Joensen á Trøllanesi opin.
Í sambandi við at Kópakonan verður avdúkað fríggjadagin 1. august, verður smiðjan hjá Mikkjal Joensen á Trøllanesi opin.
Smíðað verður úr essini, og lutir, sum Mikkjal hevur gjørt, verða at síggja. Tað eru ættarmenn av Nesi, John Jacobsen og Eyðun Joensen, sum evna ymiskt til og greiða frá hesum aldargamla handverki – jarnsmíði.
Eisini hjálpir Jákup Samson til, sum plagar at vera raskur at smíða úr essini, eins og pápi hansara Ólavur Samson.
So fyri at stytta sær stundir, til Kópakonan verður avdúkað kl. 14.00, ber til at fara norður á Nes at síggja, hvussu ymiskt verður evnað til úr essini.
Smiðjan er opin frá kl. 11.00 – 13.00.




