Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smidleiki er styrkin til framtíðar avbjóðingar

Tíðindaskriv

Norlink er ein flutningsfyritøka, sum bjóðar kundum sínum eina hurð til hurð tænastu.

Norlink er ein flutningsfyritøka, sum bjóðar kundum sínum eina hurð til hurð tænastu.

Bæði flogfrakt og sjófrakt um allan heim, umframt at alt papírsarbeiði so sum tollavgreiðsla o.a. verður gjørt.

Endamál okkara er at veita kundum eina dygdargóða tænastu við kappingarførum prísum. Tí eru vit at hitta 7 dagar um vikuna 24 tímar um døgnið sigur stjórin Jóhann Simonsen.

Við okkara vøruflutningstænastu vilja vit gera lívið so ómakaleyst fyri kundan sum gjørligt. Vit veita skilagóða vørustreymasamskipan (logistikk) – ið okkara viðskiftafólk eru sera glað fyri.

Norlink veitir bæði standard og skraddaraseymaðar flutningsloysnir, við serkunnleika til loft- og sjóvegis farmaflutning, og kann samantvinna flutningsloysnir, sum tryggja bestu góðskuna, besta kappingarførið og úrslitið fyri hvønn einstakan flutning.

Eitt flutningsfelag, sum vil standa seg í kappingini má duga at handfara vørustreymasamskipanina (logistikkin), soleiðis at kundin kann frígeva tíð og orku at savna seg um sínar egnu kjarnuførleikar.

Jóhann Simonsen sigur, at hann trívist sera væl í flutnigsvinnuni, har hann kennir tað sum eina ítrótt at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind.

Vit samskifta alla tíðina við kundan og okkara útlendsku veitarar. Tað eru ymiskir tørvir hjá kundunum. Nakrir vilja hava vøruna á bíligasta hátt við skipið, so eru tað aðrir, sum ynskja “vanliga” ódýra flogfrakt, men so eru tað eisini teir har tíðin er altavgerandi.

Norlink veitir tænastur bæði til vinnulívið og privatkundar. Vit átaka okkum eisini at pakka og avgreiða flytigóðs. Norlink fekk umboðið fyri Fedex fyri 4 árum síðani og í maj 2012 fekk Norlink eisini umboðið fyri Jetpak í Føroyum. Jetpak er ein dýr loysn men tað er eingin ivi um at Jetpak er skjótasta flutningsloysnin í øllum Europa sigur stjórin Jóhann Simonsen at enda.