Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sminkaðir fíggjarkarmar

Helgi Abrahamsen

Fyri júst einum ári síðani (tann 28. mars í fjør) hevði Útvarpið samrøðu við Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, um fíggjarkarmarnar fyri 2016.

Í samrøðuni segði hon millum annað: ” Henda samgongan hevur inntøkuført framtíðar pensjónsskattainntøkur við at forskatta pensjónir. Fyri 2016 liggja tær nokk uppímóti eini 300 mió. Tað eru inntøkur, sum ikki vóru, áðrenn hendan samgongan tók við. So hevði mann ikki havt tær við í her, so hevði hallið jú verið munandi størri. So eisini tað er við til at sminka tað veruligu støðuna.”

Boðskapurin hjá Kristinu Háfoss var, at inntøkurnar frá pensjónsskattinum eiga ikki at telja við í úrslitinum.

Í morgun hevur Kristina Háfoss lagt fram fíggjarkarmarnar fyri 2017, har avlopið einans er 50 mió. krónur, tá forskattingin av pensjónum er tald við. Tað merkir, at uttan forskatting er talan um eitt undirskot á umleið 250 mió. krónur.

Umframt hetta er uppsetingin av rentuútreiðslunum broyttar síðani í fjør, og hetta pyntar úrslitið við umleið 25 mió. krónum, samanborið við tá fíggjarkarmarnir í fjør vórðu lagdir fram. Og við at flyta ein part av grundupphæddini í fólkapensjónini yvir í Samhaldsfasta, verða millum 40 og 50 mió. krónur afturat á útreiðslusíðuni lagdar uttanfyri fíggjarlógina.

So alt íroknað er talan um sminkaðar fíggjarkarmar, sum í hesum góðu tíðum hava eitt veruligt hall millum 300 og 400 mió. krónur.

(Hoyr her samrøðuna sum Kringvarpið gjørdi við Kristinu Háfoss í fjør):

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/03/28/dalet-export-968440#.VvzfmxLhDcM