Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SMS fingið nýggja marknaðarleiðslu

P/F SMS

Regin W. Dalsgaard er settur sum nýggjur býlings- og marknaðarstjóri í SMS. Talan er um nýtt starv, sum er stovnað, eftir at Bogi Andreasen, sum var býlingsstjóri, er farin í annað starv

Regin W. Dalsgaard er settur sum nýggjur býlings- og marknaðarstjóri í SMS. Talan er um nýtt starv, sum er stovnað, eftir at Bogi Andreasen, sum var býlingsstjóri, er farin í annað starv

Regin W. Dalsgaard hevur tikið við starvinum sum býlings- og marknaðarstjóri í SMS. Starvið er nýtt, soleiðis at skilja at býlingsarbeiðið í bygninginum hjá sølumiðstøðini og marknaðarførsla av øðrum virksemi hjá P/F SMS nú er lagt undir eina leiðslu.

Regin W. Dalsgaard er 30 ár. Hann hevur lisið altjóða handil og marknaðarførslu, og hann hevur drúgvar royndir sum sjalvstøðugur vinnurekandi á KT-økinum. Regin W. Dalsgaard er formaður í Vinnuframa, og harumframt hevur hann eisini aðrar nevndarsessir.

Starvið hjá býlings- og marknaðarstjóranum er býtt sundur í tvey høvuðsøki. Ein partur er at umsita virksemið í SMS – t.e. er eitt nú felags tiltøk í SMS – og harumframt umsiting av Miðlon, sum P/F SMS eigur. Hin parturin av starvinum er marknaðarførsla av Miklagarði, Mylnuni og Bónus.

P/F SMS hevur tilsamans 450 fólk á lønarlistanum. Regin W. Dalsgaard tekur við sum býlings- og marknaðarstjóri eftir Boga Andreasen, sum hevur røkt starvið sum býlingsstjóri í fýra ár.

SMS takkar fyri samstarvið og ynskir Boga Andreasen góða eydnu við nýggju avbjóðingunum sum samskipari í Reinsarínum og Perluni.

Vinalig heilsan

P/F SMS

Harleywoodpaint