Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SMS hóttanir

John William Joensen

Fyri stuttum visti Norðlýsi at siga frá eina kanning, ið vísti, at samskifti umvegis SMS hjá ungum hevur positivar síður.

Niðurstøðan í eini ph.d. verkætlan var, at SMS hjálpir teimum ungu at varðveita og røkta teirra vinabond.
Í donskum miðlum var um vikuskifti tó søga um, at alsamt fleiri ung senda hóttanir ígjøgnum SMS. Sambært løgregluni í Ålborg er talan um eina øking uppá ¾ tey seinastu trý árini, skrivar Nordjydske Stiftstidende.
Kriminaldeildarleiðarin í Ålborg, Aage Nørgaard Jensin, sigur, at SMS hóttanir verða tiknar í størsta álvara, og verða øll málini gjølla kannaði. Hann heldur, at tað er so lætt at ganga ov vítt, við at senda ein SMS við hóttandi innihaldi, og tískil royna teir at finna útav um hóttanirnar eru sendar í álvara og um partarnir hava nøkur sínamillum viðurskifti, ið kunnu geva ábendingar um hetta. Sagt verður, at í Ålborg fáa teir umleið 3-4 fráboðanir um SMS hóttanir um mánaðin.