Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smyril á Tvøroyri 15. oktober 2005.: Røðan hjá Jógvan við Keldu fyri nýggja Smyrli

John William Joensen

Vit eiga eisini at seta út í kortið, nú 85% av Føroyum eru bundnar saman við føstum sambandi, at tað gerst meiri eksotiskt at sigla, og hvar kann vera vakrari at sigla enn til Suðuroyar??.

Røða á Krambatanga – Góðu Suðringar, góðu landsmenn!
Tað var júst hiðani av Tvøroyri, at fyrsta átakið varð framt við skipaðari innoyggjasigling. Hetta kom eftir at tingnevnd í áravís hevði sitið við málinum uttan nakað kom burturúr, at Mortensens handil brádliga kemur upp í leikin og uttan nakað uttan um tos byggir fyrsta "Smirilin".
Fyrsti "Smirilin" var brúktur til bæði Danmarkar- og Skotlandssigling og eisini í ávísum førum at verja føroyskt sjóøki. – Hetta seinasta kann eg við vissu siga, at hesin nýggi "Smyrilin" ikki fær til uppgávu.
Møguleikarnir eru ovuhonds nógvir við hesum nýggja stásiliga fari, men aðalendmálið er sambandið um Suðuroyarfjørð.
Fyri 100 árum síðani gekk Suðuroyggin greitt á odda tá í mong ár og var ein glæsilig fyrimynd fyri hinar partarnar av Føroyum.
Hetta eru nøkur tíggjuáraskeið eftir at einahandilin var avtikin, og føringurin gerst vakin, vil sjálvur taka róðrið handilsliga, mentanarliga og politiskt.
Í 1930unum liðu Føroyar búskaparligt skipbrot, eins og allur heimurin og hetta gjørdi eisini vart við seg í Suðuroynni.
Eftir krígslok og heimastýrislógin kom, rendu Føroyar seg í eina sentraliseringartrongd av almennum fyritakssemi, sum allur útjaðarin síðani hevur kent sviðan av og einamest Suðuroyggin.
Suðringar vóru væl fyri útbúgvingarliga, fóru í útlond at lesa, men av tí at almenni sektorurin var sentraliseraður, komu hesi ikki aftur til Suðuroyar.
Ídag standa tit suðuringar fyri eini risa avbjóðing, sum ikki verður greidd uttan eitt dygt samstarv millum kommunurnar, millum kommunur vinnu-lív og fakfeløg. – Við royndunum frá mínari tíð sum borgarstjóri í eini útjaðarakommunu í 16 ár, kann eg siga, at roknast skal ikki við teirri stóru hjálpini uttan í frá, men um hetta samstarv verður framt, hevur Suður-oyggin ein glæsiligan møguleika, um ikki, verður neyvan borið boð í bý.
Tað kennist at vera sannur heiður fyri meg at kunna standa her og bjóða hesum stásiliga fari at vera vælkomið. Eitt amboð, ein landsvegur millum Suðuroynna og restina av landinum, har títtleikin og kontinuerliga sambandið gerst so sterkt sum gjørligt.
Lat meg her ídag staðfesta, at um rætt var atborið, átti "Smyril" at siglt tríggjar túrar, eisini sum kompensatión fyri at samfelagið er so sentraliserað, sum tað nú er.
Eg havi tí álagt Strandferðsluni at fylgja neyvt við ferðsluni, og eri komin við onkrum hugskoti, sum eg havi biðið teir hyggja nærri at, so brúkið av skipinum kann økjast og effektiviteturin gerast meiri kontinuerligur. – Vit mugu øll í felag stremba eftir dyggari dynamikki, tí skulu fleiri pengar játtast, er tað bara løgtingið, ið kann játta peningin.
Vit eiga eisini at seta út í kortið, nú 85% av Føroyum eru bundnar saman við føstum sambandi, at tað gerst meiri eksotiskt at sigla, og hvar kann vera vakrari at sigla enn til Suðuroyar??.
Eisini er "Smyril" so mikið væl fyri, at einki er í vegin fyri, bæði at leggja til rættis, skeið av ymiskum sløgum, temadagar og at virka verður á ymiskum mentanarøkjum.
Latið okkum øll minnast til, at frá fyrsta degi, hava suðringar átt "Smyril" og tí kunnu tit av røttum siga, at "Okur eiga Smyrol". – Tað taka allir føroyingar undir við tykkum í. Tí eiga tit eisini at hava meiri at siga í hesum smbandi, enn tit ídag gera.
Við hesum fari eg at ynskja Harrans signing bæði yvir nýggja stásiliga farið "Smyril" og Suðuroynna, og við ynskjum um eitt gott samstarv okkara millum, og at suðringar taka lógvatak og felagstak fyri at vinna á afturgongdini og broyta hana til framgongd. Og fari at enda við at minna okkum øll á, at tað vóru júst tit, sum løgdu lunnar undir skipaða strandfarasigling oygjanna millum.
Takk fyri.
Jógvan við Keldu