Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smyril førir KÍ viðhaldsfólkini til steypafinaluna?

Jákup Ósá

Tað verður arbeitt við at seta Smyril inn, so at mongu KÍ viðhaldsfólkini kunnu fara sjóvegis til steypafinaluna 27. august.

Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari hjá Strandfersluni, váttar, at fyrispurningar eru komnir frá norðoyingum um at Smyril, sum gamalt var, skal føra mongu KÍ viðhaldsfólkini til steypafinaluna.

Leygarkvøldið 27. august verður steypafinalan í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og Víking leikt á Tórsvølli. At tað eru tvey lið norðanfyri, sum væntandi hava kanska eini 2000-3000 fólk við sær suður, skapar eina ferðslu avbjóðing. Gamalt var, tá KÍ kom í steypafinaluna, at Smyril bleiv settur inn at sigla mongu KÍ viðhaldsfólkini suður til og norður frá finaluni.

Tað verður eisini nú arbeitt við, at fáa Smyril at sigla millum Klaksvík og Tórshavn hendan dagin. Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at tveir fyrispurningar eru komnir um at fáa Smyril at sigla millum Klaksvík og Tórshavn hendan dagin. Hann sigur, at Strandferðslan nú fer at viðgera hetta og kanna hvørjir møguleikar eru. Smyril er góðkendur til 975 ferðafólk.

Praktiskt sæð, so ber tað helst til, um atløguviðurskiftir o.a. loyva hesum. Tí Smyril kann gera sín seinasta túr til Tvøroyrar, meðan finalan er um kvøldið. Tá kemur skráin t.d. at síggja soleiðis út:

Kl. 07.00: Tórshavn-Tvøroyri (sum vanligt)

Kl. 09.30: Tvøroyri-Tórshavn (sum vanligt)

Kl. 12.00: Tórshavn-Klaksvík

Kl. 16.00: Klaksvík-Tórshavn

Kl. 18.00: Tórshavn-Tvøroyri

Kl. 20.30: Tvøroyri-Tórshavn

Kl. 23.00: Tórshavn-Klaksvík