Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smyril Line gjørt avtalu við Air Iceland

John William Joensen

Smyril Line og Air Iceland fara nú saman at bjóða føroyingum sera bíligar túrar til Reykjavíkar á minibreak ella longri.

Avtalan gongur út uppá at føroyingar, danir og onnur sum ynskja at ferðast til Íslands uttan bil fáa møguleikan at sigla til Seydisfjarðar við Norrønu og síðan flúgva til Reykjavíkar úr Egilsstøðum sum liggur 20 minuttir eystanfyri Seydisfjørð.

Við øðrum orðum merkir hetta at føroyingar, fyri ein sera lágan prís, fáa høvi til at vitja Reykjavík í styttri ella longi tíðarskeið.

Hetta er fyrstuferð at Smyril Line ger eina tílíka avtalu sum fevnir um bæði sigling og innanlandaflúgving í Íslandi. Vit á Smyril Line og ferðaskrivstovurnar eru sjálvandi sera spent uppá úrslitið av hesum nýggja átakinum; sigur Jákup Sverri Kass, Sølu og Marknaðarstjóri á Smyril Line.

Ferðirnar kunnu bókast beinleiðis frá Smyril Line ella frá 62N, Fonn Flog ella Faroe Travel.

Avtalan kemur í gildi tann 25. Apríl 2009