Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Snellubátarnir betri fiskiskap

Oliver Joensen

Í løtuni er M/B Karlamagnus uppi á sleipistøðini, tí skipið er til eftirlit, men vit eru nøgdir við fiskiskapin í løtuni, sigur Magnus Johannesen, skipari.

Eg má siga, at eg kendi ikki tíðindini aftur í Rás2, har sagt var frá vánaligum fiskiskapi og smáum upsa.

Vit hava nú verið tveir túrar og hava havt tvær ferðir 20.000 pund. Upsin hjá okkum hevur verið sera góður. Vit hava roynt á Bill Bail bankanum, og eg má siga, at tað hevur bara roynst hampuliga væl. Vit hava verið úti báðar túrarnar í 6 dagar og sum sagt fingið 20.000 pund.

Tá eg ikki kendi tíðindini aftur, so fór eg at hyggja at avreiðingarseðlanum, og hann sigur, at vit hava avreitt um 93% av veiðuni sum 1-arar og 2-arar, so heldur ikki støddina kunnu vit klaga um, sigur Magnus Johannesen at enda.

Karlamagnus verður klárur at fara aftur til fiskiskap seinast í vikuni.

Harleyfacadeacryl