Í dag landaðu Norðsøki og Líðhamar á Kósini, meðan Karlamagnus landaði fyrr í vikuni.
Norðsøki hevur 70.000 pund, Líðhamar 65.000 pund og Karlamagnus landaði fyrr í vikuni 21.000 pund. Meginparturin er upsi.
Í Kósini siga tey, at tað er nógv at gera, men at tey væl klára at arbeiða fiskin. Hesa vikuna arbeiða tey frá kl. 07.00 til 17.00.




