Sunnudagin stukku vit inn á gólvið hjá Summardáanum í Klaksvík og hjá ORKIS á Glyvrum.
Sigast má, at sera hugnaligt var í báðum støðum og eisini var úrvalið ymisksligt í báðum handlunum, soleiðis at tað var ikki neyvt tey somu tingini tú sást. Ímeðan Summardáin hevði lagt stóran dent á jólanissur, jólapynt og sjálvandi blómur, var tað meira tað nýmótans designið sum fangaði eygað í Orkis. Sera hugnaligt var at vitja hesar báðar handlarnar sunnudagin og ein kom rættuliga í jólahýri, báðir handlarnir hava so absolutt eina vitjan uppiborið.




