Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SNP aftur at virka

Oliver Joensen

Eldri skótar fara nú at gera eina roynd, at blása lív aftur í Skótalið Nólsoyar Pálls. Øll við áhugað eru vælkomin á fund týsdagin 4. juli í Uppistovu.

Skótalið Nólsoyar Pálls hevur ikki verið virki hetta seinasta árið. Eingir skótar hava verið, t.v.s, at eingi børn hava verið virknir skótar. Nøkur vaksin fólk, sum vara av skótaliðnum hava tó verið virkin, so skótaliðið er ikki heilt dottið niður fyri.
Vit fara nú aftur undir vanliga skótavirksemið.
Fundur verður týskvøldið 4. juli kl. 19.30 í Uppistovu, skótahúsinum, har leiðarar og hjálparfólk fara at møtast fyri at tosa um hvussu arbeiðið skal skipast komandi árið. Er onkur hugaður at vera við, eru tit vælkomin á fundin, ella at tosa við árna skaale.
Ætlandi byrja vit við skótunum tá skúlin byrjar aftur. Meira um hetta seinni, verður sagt við skótakvøðu frá SNP.