Skótalið Nólsoyar Pálls í Klaksvík, hevur síðani 1971 verið við í (Jota (Jomboree on The Air) og soleiðis var aftur í ár.
Eina ferð um árið verður yvir eitt vikuskiftið skipa fyri Jota. Tá hittast skótalið kring allan knøttin í luftini sum radioamatørar. SNP hevði rigga sendaran til á skrivstovuni hjá Pomek í ár og teir vóru í samband við skótar úr Portugal, Eysturríki og aðrastaðni. Ein finni, sum teir vóru í samband við, hevði júst flogið yvir føroyum í egna flogfari sínum sama dag.
Jørgin Ellingsgaard frá SNP sigur annars, at tað er ikki nógv lív í teim gulu skótunum í Klaksvík fyri tíðina, men eftir sum at SNP á hvørjum ári hevur verið við síðani 1978, hóast teir fyrstu ferð vóru við í 1971, so hildu teir at teir skuldu taka seg saman og seta sendaran hjá skótalíðnum ígongd og fáa eitthvørt samband, soleiðis at flottu hagtølini ikki blivu brotin.
SNP royndi seg við sendaranum bæði á 20 metrum og á 80 metrum.
Fleiri ferðir hava teir verið eysturi í Skúvadali við sendaranum á Jota kapping og eisini á Viðareiði, í Uppistovu, í Tekniska Skúla og aðrastaðni og eitt árið høvdu teir rigga seg til í einum bussi og høvdu tá eina sokallaða mobila støð.




