Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Snýs tær baby!

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 30 Okt. kl. 21.00 í Tøting.

Fríggjakvøldið 30 Okt. kl. 21.00 í Tøting.

Kraftmikið orkuútbrot frá legendarisku 200.

Legendariski punk bólkurin 200, ið hevur 6 útgávur og ein film á baki, kemur nú fyri fyrstu ferð á konsertvitjan í Tøting.

Samfelagsrevsandi punkbólkurin hevur í gjøgnum mong ár viðgjørt ymisk viðurskifti í samfelagnum, og umsett tey til tónleik, við bæði stuttligum, øsandi og álvarsligum lýrikki, ið hevur fingið stóra viðurkenning í samfelagnum.

Fyrsta útgávan hjá 200, við heitinum 200%, kom út í 2001, og hevur bólkurin enn somu manning sum tá. Hóast tónleikurin og ljóðmyndin eru stór og kraftmikil, eru tað einans 3 limir ið mynda bólkin.
Niels A. Galan – Sang og Gittar
Mikael Blak – Bass
Uni Árting – trummur.

Figment Dwells hita upp.
Dynamiskur – Melodiskur – Larmur.

Figment Dwells er ein lutfalsliga nýggjur bólkur, við ungum tónleikarum í Havn. Hesir duga eins og 200 eisini at larma, men hava eisini nøkur stillari løg. Bólkurin hevur eina debut-fløgu í umbúna, ið kemur á marknaðin í næstum.

Figment Dwells er soleiðis mannaður:
Sjúrður Samuelsen – Gittar
Palli Dalsgaard Gittar og sang
Katrin Sigurpálsdóttir Kamban – Bass
Edvin Niclasen – Trummur

PUNKA TEG UPP!

Atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir), eru at fáa við dyrnar frá kl. 20.30.