Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So aftur niðan á Klakk

John William Joensen

– Eg vóni hetta verður seinastu ferð í ár men eg og leikararnir hava lovað hvørjum øðrum renningartúr niðan á Klakk, tá vit tapa og vit steðga ikki fyrr enn vit standa á tindinum.

KÍ venjarin var sera skuffaður av dystinum móti B68 sunnudagin, og sum avtalað so fer hann saman við leikarunum niðan á Klakk í kvøld kl. 18:00.
– Tað er ikki serliga hugagott at fara undir túrin men tá ein er niðankomin er lagið altíð gott og tað er ein stór uppliving hvørja ferð, sigur KÍ venjarin Tony Paris.
– Eg má tó viðganga at tað er ein stravin túrur, men hann er gevandi og tað er meira áhugavert at renna úti í náttúruni enn nirri á einum sløttum vølli.

Vit skulu kanska heilsað og siga at KÍ arnir fara av vøllinum kl. 18 og vera vantandi uppi á toppinum á Klakkinum umleið klokka hálvgunn sjey. Veðrið er av tí allar besta í løtuni so fyri KÍ fjepparar sum dáma at ganga túrar verður tað uttan iva ein góð uppliving at fara ein túr niðan á Háls aftan á nátturða. 

Les meira um dystin í Norðlýsinum sum verður borið í hvørt hús í Eysturoynni og Norðoyggjum týskvøldið.