Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So bragdaði á útivølli hjá KÍ

Jákup Ósá

Í 14. umfari bragdaði loksins hjá KÍá útivølli og harvið kundu klaksvíkingar fyri fyrstu ferð í árfara norður gjøgnum Norðoyatunnilin við trimum stigum. KÍ liðiðer í stórformi í løtuni og vann í dag sín 3. sigur á rað og nærkast liðunum í topp 4.

Undan dagsins dysti hevði KÍ tværferðir á heimavølli móti báðum uppflytarunum spælt góðan ogágangandi álopsspæl, men brendir mál møguleikar í hópataligjørdu, at KÍ bara vann við einum máli móti TB og FC Suðuroy.Men í dag var KÍ á útivølli, og har hevði liðið undan dagsinsdysti ongan dyst vunnið hetta kappingarári.

Klassamunur

Men KÍ vann sín fyrsta útisigur íár, og tað bleiv gjørt við stíli. Sjálvt spælið var kanskaikki á somu hæddum sum í teimum báðum dystunum í Klaksvík ogmøguleikarnir ikki eins nógvir, men hóast hetta var klassamunur, ogKÍ vann at enda 4-0 í einum dysti, sum ongantíð hevði nakranspenning í sær, tí munurin á liðunum var so stórur. Hjá KÍ lávæl fyri at spæla uppá umstillingar og í dag vóru teir teir bláumeira effektivir frammanfyri málinum, hóast møguleikar vóru tilmeir enn tey 4 málini. Hjá AB hinvegin sá ikki gott út og í mun til, tá teir í AB vitjaðu í Klaksvík fyrr í ár, so var hetta avrikið nógv verri. 

Klakstein og Bjartalíð koyra stílin

Stóru leikararnir hjá KÍ íálopspartinum seinastu tíðina – rættuliga óvæntað fyri tey flestu – hava veriðHeðin Klakstein og Jóannes Bjartalíð og tað vóru eisini hesir,sum áttu týðandi leiklutir í dag. Heðin skoraði fyrsta og seratýðandi málið, meðan Jóannes skoraði eitt og legði upp til tveymál. Við sigrinum nærkast KÍ ovaru liðunum, tí trý avteimum fýra liðunum frammanfyri mistu stig í dag. Næsti dysturhjá KÍ er á Norðoyastevnu móti ÍF, tá klaksvíkingar helst ætla sær4. sigurin á rað og 6. heimasigurin á rað.