Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

So byrja Torradagarnir: Skráin í dag

Tróndur Ellingsgaard

Torradagarnir fara nú í gongd. Nógv spennandi er á skrá í dag – sí skránna niðanfyri.

 

14-17: Gamla Seglhúsið

Torraframsýning við Hansinu Iversen, listakvinnu

 

16-21: Miðstovan Úti í Klaksvík

Jan Nystrøm listaframsýning

“365 – Ein tekning hvønn dag í 2018” er áhugaverda heitið á listaframsýningini, har Jan Nystrøm sýnir fram úr tekningasavinum frá 2018, tá ið hann setti sær fyri at gera eina tekning hvønn dag.

18.00:  Fernisering við tónleiki er á skrá, har ein biti við onkr-um svalandi eisini verður at fáa.

 

17-20: Posthúskjallarin

Finleif Mortensen, listamaður,  hevur áhugaverda
listaframsýning við landslags- og abstraktum málningum

17.15: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunninum Mentanarhús í Klaksvík, setur framsýningina, og verður boðið til ein bita við onkrum svalandi afturvið.

 

18.00: Spinnaríið

Norðoya Sparikassi verður 100 ár í ár og verður í hesum sambandi tiltøk í Spinnarínum.

Forvitnislig seðla- og myntaframsýning hjá Eyðálvi Gulklett og myntir frá tíðarskeiðnum, tá Magnus Heinason (1548-1589) livdi. Síggjast kunnu eisini myntir, sum S. P. Petersens Eftf. (1929) og J. F. Kjølbro (1930) brúktu.

Norðoya Sparikassi sýnir fram brúkslutir og myndir í sambandi við 100 ára søgu Sparikassans.

 

18.30: Miðhøllin á Skúlatrøð

Næmingakonsert hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla.

Næmingar spæla saman í fleiri bólkum, eldri og yngri strúkarar, blokkfloytur og klaversolo. Kórið á Skúlatrøð syngur nakrar sangir og næmingar spæla saman við teimum. Á skránni eru føroyskir sangir og klassiskur tónleikur.

 

19.30: Spinnaríið

Finn Kjølbro hugleiðir og sigur frá søguni um Spinn-aríið hjá Kjølbro, har eisini turkarí til brasiliafisk var nøkur ár.

Norðoya Sparikassi og Kósin bjóða saltfiskabrell-
bitar.

 

20-22:   Atlantis Bio

LÍNUMENN – saltfiskalínuskipini

Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900

22.15: Atlantis Bio

Filmurin Unge Astrid

Ein rørandi filmur um Astrid Lindgren

Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900

 

 

Full skrá sæst her.